Giftast á flogvøllinum

Altsamt fleiri svensk ungfólk velja at giftast í altjóða floghavnini í Stockholm, Arlanda Airport, skrivar TT.

Í 2004 vórðu umleið 400 pør vígd í floghavnini, og í fjør var talið næstan 500. Helena Miller, talskvinna hjá floghavnini, sigur, at tað er eitt gott hugskot at giftast í Arlanda, um fólk ætla sær á brúdleypsferð beint eftir vígsluna. Hon leggur afturat, at í floghavnini royna tey at skipa so fyri, at fólk verða vígd, beint áðrenn flogfarið, sum tey skulu við, fer avstað.

Helena Miller sigur, at tey flestu pørini velja at lata starvsfólkini hjá floghavnini taka sær av viðførinum, ferðaseðlunum og ferðaskjølunum, meðan vígslan fer fram, so tað er púra klárt hjá teimum nýgiftu at fara á brúdleypsferðina.