26. juli spæla klaksvíkingar upp til dans fyri 160 gestum í bygdarhúsinum í Hósvík.
Rubin, sum er kokkur í Merlot stendur fyri teimum trimum rættunum og afturvið verða vín, sodavatn og vatn. Eisini undirheldur harmonikan til borðhaldið, har sangurin helst fer at runga um alla bygdina. Beint áðrenn hava tey bæði Ingi Zachariassen (37) og Raidunn Andreasen (28), Streymnes, longu givið hvørjum øðrum síni ja’orð í Tjørnuvíkar Kirkju, har tey spákaðu upp eftir kirkjugólvinum í hvítum kjóla og myrkum klædningi við trimum fittum brúðardreingjum í hølunum.
Ingi og Raidun, sum búgva í Streymnesi og hava gingið saman í heili 13 ár, lærdu hvønn annan at kenna gjøgnum vinfólk. Tey hugsaðu, at nú tey hava hús og eru foreldur at trimum smáum dreingjum, er tíðin búgvin til eitt vakurt summarbrúdleyp, sum tey altíð hava ynskt sær. Aftaná gongur leiðin til Danmarkar á brúðarferð.
Blómur og litir: Ymsar blómur í lime og grønum









