Gabrielle Giffords, sum umboðaði demokratarnar í amerikanska Umboðsmannatinginum, og sum gjørdist heimskend, tá ein maður royndi at beina fyri henni, sigur nú, at hon tekur undir við teimum, sum tala fyri at herða amerikonsku vápnalógina.
Gabrielle Giffords (myndin) varð rakt í høvdið, tá ein maður fór at skjóta eftir fólki á einum veljarafundi í statinum Arizona í januar í 2011. Hon slapp við lívinum, men hevur verið ígjøgnum drúgva viðgerð.
Í dag var hon í býnum Newtown í Connecticut, har ein maður skjeyt 20 børn og seks vaksin fyri teimum vikum síðani. Har boðaði hon frá, at hon fer undir eitt átak, sum hevur til endamáls at herða verandi vápnalóg.