Amerikanski politikarin Gabrielle Giffords, sum varð særd av einum skoti í høvdið, í gjár, hevur fingið vitið aftur. Tað siga læknarnir við fjølmiðlarnar, og teir leggja afturat, at tað ber til at samskifta við hana.
-Hetta er gleðiligt. Støðan er framvegis hættislig, men eg havi góðar vónir, sigur yvirlæknin á sjúkrahúsinum í Tucson við fjølmiðlarnar.
Læknarnir hava fyrr sagt, at kúlan, sum rakti Gabrielle Giffords, fór ígjøgnum heilan á henni.
Fleiri fólk doyðu, tá ein ungur maður brádliga fór at skjóta eftir fólki á einum politiskum fundi í Tucson í gjár. Byrsumaðurin varð tikin stutt eftir. Síðani hevur løgreglan leitað eftir einum manni, tí illgruni var um, at hann hevði hjálpt byrsumanninum, men løgreglan sigur í kvøld, at hon hevur ikki illgruna til tann mannin longur.