Fagnaðurin var óførur, tá Gabrielle Giffords kom á fund í Umboðsmannatinginum í Washington í nátt at atkvøða um uppskotið um at hækka lánsloftið hjá tí almenna.
Hetta var hennara fyrsti tingfundur, síðani hon varð illa særd av einum skoti í høvdið fyri einum lítlum hálvum ári síðani, tá ein maður skjeyt eftir fólki á einum veljarafundi statinum Arizona. Bæði demokratar og republikanarar reistust og fagnaðu henni við lógvabrestum, tá hon kom inn í tingsalin.
Síðani hendingina í januar og drúgva viðgerð á sjúkrahúsi hevur Gabrielle Giffords verið til venjingar.
Hon var ein av teimum 269 tinglimunum, sum atkvøddu fyri semjuni um at hækka lánsloftið hjá tí almenna.









