Enn ein pinkutjóð í Europa vil sleppa at spæla fótbólt við teimum stóru. Gibraltar hevur søkt um limaskap í europeiska fótbóltssambandinum UEFA, og umsóknin skal viðgerast í januar mánaði. Tað búgva 30.000 fólk í Gibraltar, sum bara er 10 ferkilometrar til støddar. Spania er ímóti, at Gibraltar fær limaskap í UEFA, og í Spania hevur verið roynt at gera umsóknina politiska. Tað hevur formaður í fótbóltssambandinum í Gibraltar funnist harðliga at.










