Gibbs liðugur fyri árið

Arsenal-bakkurin, Kieron Gibbs, spælir ikki meira fótbólt hetta kappingarárið. Í november mánaði fekk 20 ára gamli onglendingurin ein skaða í fótin í Champions League-dysti ímóti Standard Liege, men er ikki komin fyri seg aftur. Tí noyðist hann nú undir skurð, og eftir tað má hann bíða so mikið leingi eftir spæli við bólti, at hann ikki verður klárur aftur fyrr enn næsta kappingarár.