Robin Gibb, sum skal spæla á SummarFestivalinum um lítlan mánað, er nú at síggja á frímerkjum á Isle of Man Robin Gibb, sum skal spæla allar teir stóru Bee Gees sangirnar á Summar Festivalinum í næsta mánaði, legði í farnu viku leiðina fram við á Isle of Man, har hann var føddur. Við í ferðalagnum var eisini beiggin Barry, sum saman við Robin spældi í einum av mætasta poppbólki í søguni, Bee Gees.
Høvið til, at teir vitjaðu á Isle of Man, sum Føroyar júst hava vunnið á í Oyggjaleikum, var, at Postverkið á Man hevði gjørt eina serliga røð av frímerkjum í sambandi við 50 ára dagin hjá Bee Gees.
Um onkur hevur hug at hyggja nærri eftir frímerkjunum ella kanska keypa tey, kann tað gerast á heimasíðuni www.iomstamps.com










