Robin Gibb hevur ferðast víða seinastu vikurnar. Hann hevur spælt konsertir kring Europa, og á skránni hjá honum hava staðið lond sum Týskland, Eysturríki, Ongland Í komandi viku spælir Robin Gibb konsert í Minsk í Hvítaruslandi, og seinni standa Ongland, Danmark og Føroyar á skránni hjá Bee Gees legenduni.
Robin Gibb spælir á konsertunum bæði sangir av solo-útgávum hjá sær og sangir hjá Bee Gees.