Kappingarárið í amerikanskum fótbólti endaði mánanáttina við stóru Super Bowl finaluni. Hetta er størsta einsdagskapping í USA, og øll eygu eru vend ímóti finaluni.
Hesaferð vóru New England Patriots stórfavorittar at vinna. Liðið hevði vunnið allar sínar 18 dystir undan Super Bowl, og tað er bert einaferð komið fyri í søguni, at eitt lið hevur vunnið allar sínar dystir í einum kappingarári.
Tá ið góðir tveir minuttir vóru eftir av dystinum, kastaði stóra stjørnan á Patriots-liðnum, Tom Brady, bóltin til ein viðspælara, sum skoraði touchdown, og so líktist tað einum væntaðum sigri til Patriots.
Men Giants bardu seg fram á vøllin aftur, og við stórspæli frá quarterbackinum Eli Manning megnaðu teir at skora eitt touchdown, og harvið vinna dystin 17-14.
Hetta var eitt tað størsta yvirraskilsið í Super Bowl søguni, og teir fegnu Giants-spælararnir feiðraðu sigurin, meðan ein stórur partur av Patriots-liðnum rýmdi av vøllinum, áðrenn tíðin var endaliga farin.
-ek