Tvær av seinnu 1/8 finalunum í Champions League verða í kvøld. Á Wembley taka Harry Kane og Tottenham ímóti Gianluigi Buffon og Juventus, meðan Manchester City so gott sum er víðari móti FC Basel.
Les eisini: Ronaldo sendi Real Madrid víðari
Tottenham var í stórum trupulleikum í fyrru uppgerðini, tá Juventus eitt skiftið var á odda 2-0. Tað endaði 2-2, eftir at Harry Kane og Christian Eriksen báðir fingu bóltin framvið Gianluigi Buffon. Nú er Tottenham omaná við fleiri útivallarmálum, men eitt mál broytir allar fortreytirnar.
Fyri Tottenham hevur Serge Aurier leikbann, meðan Toby Alderweireld er skaddur. Fyri Juventus kemur tað væl við, at Paulo Dybala er við aftur. Hann er ein lyklaspælari hjá italska risanum. Hinvegin, so Gonzalo Higuain ivasamur, meðan Mario Mandzukic, Juan Cuadrado og Federico Bernardeschi sita uttanfyri.
Legendariski málverjin hjá Juventus, Gianluigi Buffon, hevur boðað frá, at hetta er seinasta kappingarárið hjá honum. Hann hevur ongantíð vunnið Champions League, so nógv stendur upp á spæl hjá 40 ára gamla málverjanum.
City er næstan víðari
Manchester City bart í fyrru uppgerðini móti sveisiska FC Basel. Komandi Premier League vinnararnir vunnu heili 4-0 í Basel. Manchester City er í einum flokki fyri seg í Premier League hetta kappingarárið, so tað er ilt at ímynda sær, at Pep Guardiola og hansara menn fara at koma undir trýst í kvøld.
Manchester City verður helst uttan Raheem Sterling og Fernandinho, sum júst eru komnir aftur frá skaða, meðan Fabian Delph er tøkur, eftir at hava sitið uttanfyri tríggjar dystir heimligu kappingini.
Champions League 1/8 finalur:
Í dag:
Manchester City (4) – (0) FC Basel (19.45)
Tottenham (2) – (2) Juventus (19.45)
Í gjár:
Paris Saint-Germain – Real Madrid 1-2
Real Madrid vinnur samanlagt 5-2
Liverpool (5) – (0) FC Porto (19.45)
Liverpool vinnur samanlagt 5-0










