GÍ upp í 2. deild

Hondbóltur: Hóast teir als ikki hava vant millum dystirnar, vann 3. deildarliðið hjá GÍ deildina og flytir upp í 2. deild

? Gøta er ikki tað sum ein kallar ein hondbóltsbygd. Av tí at fólkatalið er lítið, kann ein ikki bæði satsa uppá hondbólt og fótbólt, sigur málverjin hjá GÍ, Jørgin Gudmundson.

? Um summarið spæla vit fótbólt, so fyri at halda okkum í form spæla vit hondbólt um veturin. Vit venja als ikki ? vit møta bara upp til dystirnar, men næsta ár verður tað ikki soleiðis. Vit hava nógv gott fólk, so vit ætla at satsa næsta ár.

Gí tapti bert ein dyst í kappingini í ár ? tað var móti Kyndli. Men tað var tí, at 1. deild hjá GÍ skuldi spæla fótbólt, so teir kundu ikki manna lið!


Stóð seg eisini væl

í steypakappingini

GÍ stóð seg eisini sera væl í steypakappingini.

Teir vunnu fleiri dystir, men blivu útslignir av 1. mansliði hjá VÍF. Hetta var ein javnur dystur, men VÍF vann at enda dystin 37-30.

Nógvir av GÍ leikarunum hav spælt við øðrum liðum.

Tann stóri og sterki Tummas Magnusen hevur áður leikt við barndómsfelagnum NSÍ. Jón Sigurd Gleðisheygg hevur leikt við einum donskum liði, og Jarnskorbeiggjarnir og Jørgin Gudmundson hava leikt við 1. deild hjá StÍF.

Tað verður spennandi, hvussu tað fer at ganga hjá GÍ næsta ár í 2 deild. Tí tað eru nógvir góðir hondbóltsleikarar í Gøtu, eingin ivi um tað.