GÍ heldur tørn í 3. deild

Fótbóltur: Gøtumenn stevna beint móti 2. deild. VB og NSÍ Vunnu aftur, og KÍ dróg frá botninum

Tey trý oddaliðini í 3. deild vunnu øll sínar dystir um vikuskiftið. GÍ hevði lætt spæl yvir fyri B71 og vann 10-0. Nakað truplari var tað hjá NSÍ og VB, sum tó bæði vóru omaná tá avtornaði. KÍ dróg frá botninum við at vinna nakað óvæntað á ÍF, og dysturin millum liðini í miðjuni, SÍ og HB, endaði við sigri til sørvingar.

Tað kemur fyri so at siga hvørt vikuskiftið, at dómarabólkur ikki møtir til dyst í 3. deild, og aftur hetta umfarið hendi tað ­ tvær ferðir.

Í Gøtu skuldu fuglfirðingar døma, men har møtti eingin til ásettu tíðina. Stutt er úr Fuglafirð til Gøtu, og eftir telefonsamrøðu inn um varmakeldueið, kom dómari úr Fuglafirði til dystin, men linjuverjarnir máttu finnast í Gøtu.

Á Skála var dysturin millum Skála og NSÍ nógv seinkaður, tí dómarabólkurin úr EB/Streymi møtti ikki. Partarnir samdust um at lata Hera Mikkelsen døma dystin, og tað gekk væl.

Hvussu umstøðurnar hava verið í hesum báðum førðum, og í øðrum, vit hava nevnt fyrr, hvør hevur fingið boð og ikki, skulu vit ikki meta um, men tað er ein sannroynd, at tað kemur alt ov ofta fyri, at dómarabólkar ikki møta til dystir í 3. deild.

Okkurt átti at verið gjørt fyri at forða fyri hesum, bæði gjøgnum feløgini og FSF, tí spælararnir hava betri uppiborið.

GÍ strýkur avstað

Tað er eingin ivi um, at GÍ verður í 2. deild næsta ár. Teir eru væl á odda í 3. deild, og teir eru so mikið væl fyri, at eingin steðgar teimum nú. Fríggjakvøldið var B71 á vitjan í Gøtu, og tann dysturin endaði við tveysiffraðum sigri til GÍ.

Gøtumenn vóru sum vanligt sera væl mannaðir (Jóan Petur Olsen og Rúni Justinussen vóru nýggir), meðan sandingar høvdu akkurát nokk til eitt lið. Munurin millum liðini var stórur mesta av tíðini, og stóri sigurin hjá GÍ var í lagi.

Liðini, sum eru í hølunum á GÍ, eru NSÍ og VB, og bæði teirra syrgdu fyri nakað av spenningi í oddinum, tá tey vunnu sínar dystir.

Men tey høvdu tað ikki líka lætt sum GÍ, og serliga hjá VB stóð á.

Teir vóru í Havn og spældu móti Fram, og teir vóru aftanfyri 2-1 í hálvleikinum. Fram spældi tað frægasta, teir hava gjørt í nógvar dystir, og teir høvdu nógvar kjansir at gera mál. Men VB¹arnir hava áður víst, at teir eru neyvir, tá teir fáa kjansir, og soleiðis var aftur hesaferð. Við Egill Steintórsson á odda vann VB dystin 5-3, hóast Fram lættliga kundi havt fingið meiri burtur úr.

Fram er framvegis aftast í deildini, og støðan er næstan vónleys. Men teir liva framvegis í vónini um, at teir kunnu fáa B71 aftur, og harvið sleppa at spæla um plássið í deildini, men til tað krevjast fýra stig í trimum teimum seinastu dystunum, og ein av teimum er móti júst B71.


NSÍ setti ferð á

Umstøðurnar til dystin á Skála vóru ikki tær bestu. Dómarabólkurin møtti ikki til tíðina, og skálamenn høvdu sjávlir trupulleikar at stilla við einum liði. Eftir nakað av seinking endaði tað tó við at tvey lið og ein dómari fóru í holt við dystin.

Sum fleiri aðrastaðni var nógvur vindur á Skála sunnudagin, og tað órógvaði spælið nakað. Í fyrra hálvleiki hevði Skála undan, og tað var eisini í hesum partinum av dystinum, at teir stóðu seg best.

NSÍ kom á odda tá um 20 minuttir vóru spældir, og tað var Petur Meinhard Jacobsen, sum skoraði. Nakrar minuttir fyri hálvleiki javnaði Skála við máli, sum Jón Rasmussen gjørdi.

Í seinna hálvleiki tók NSÍ seg um reggj, og hóast teir ongantíð ordiliga gjørdu enda á Skálaliðnum, sum stríddist sera væl, vunnu teir. Petur Meinhard Jacobsen gjørdi tað til 2-1, tá hann vann bólt i brotsteiginum, Fróði við Rætt økti, tá hann gjørdist leysur, og Petur Meinhard gjørdi tað til 4-1, tá hann sendi innlegg í málið.

Arthur Johansen minkaði um munin, tá hann stútaði innlegg til fremru stong í kassan, men tað gjørdist ikki til meiri enn tað hjá Skála, og tá sjey minuttir restaðu staðfesti Jan Nónklett sigurin við frálíkum langskoti, sum streyk inn við samankomingina.


KÍ vann óvæntað

Í Fuglafirði var dystur millum ÍF og KÍ, og her endaði tað, nakað óvæntað við, at botnliðið KÍ vann, og harvið dróg væl frá hinum báðum liðunum, sum framvegis eru í niðurflytingarvanda.

KÍ legði harðliga fyri, tá kappingini byrjaði, men eftir góðu byrjanina gekk niður á bakka, og tapini hava verið nógv. Tey flestu, sum fylgja við 3. deild, høvdu væntað, at ÍF fór at vinna móti KÍ sunnudagin, men soleiðis gekk ikki.

Gestirnir skoraðu tvey mál í fyrra hálvleiki og tað gjørdi st nokk til sigur. Bogi Nón legði annars ÍF á odda í fyrsta minutti, tá hann sendi fríspark beinleiðis í málið.

Men tað gekk ikki long løta, so hevði KÍ javna við máli, sum Bárður Andreasen gjørdi, og hann legði sjálvur KÍ fram um 2-1 miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Dysturin var nøkunlunda javnur fyrra hálvleik, men í seinna tók ÍF yvir, og teir trýstu fyri at javna og vinna.

K͹arnir stríddust sera væl, og hvørjaferð ÍF¹arnir royndu seg móti málinum var onkur bláur og hvítur fyri. Kristian Joensen í málinum tók sær av nógvum, men ofta vóru tað eisini útispælarar, sum forðaðu fyri royndum móti málinum.


SÍ vann aftur

Seinasti dysturin hetta umfarið var í Sørvági, har HB vitjaði. Liðini liggja bæði í miðjuni á stigatalvuni, og dysturin var eisini javnur. Bæði liðini høvdu sínar møguleikar, og tað var einki forgjørt í tí, at SÍ var omaná.

Jákup Sørensen legði SÍ fram um 1-0 í fyrra hálvliki, men HB javnaði fyri steðgin. Bert eitt mál kom í seinna hálvleiki, og tað fekk SÍ, tá Heri Hansen sendi í málið.

SÍ hevur tapt nógvar av seinastu dystunum, og hjá teimum kom tað sera væl við at vinna aftur. Hjá HB hevur gongdin verið nakað upp og niður, men nú hava teir tapt tveir dystir ár rað.

Spælt verður aftur í 3. deild komandi vikuskiftið. Oddaliðið GÍ skal til Klaksvíkar at spæla, VB fær Skála á vitjan, í Runavík spæla NSÍ og ÍF, HB og Fram spæla í Havn og seinasti dysturin verður millum B71 og SÍ.