StÍF er framvegis fremst í kvinnudeildini, men tað var nær við, at strandakvinnur mistu stig móti GÍ, og tað hevði verið rættiliga óvæntað, um so var. StÍF vann við einum máli, sum kom í síðstu sekundunum av dystinum.
GÍ fekk betru byrjanina og kom upp á 3-0, áðrenn StÍF svaraði aftur og javnaði til 3-3. Hjá GÍ var tað serliga Beinta Joensen, sum gjørdi um seg, og hon gjørdi eisini seks av teimum sjey málunum, sum GÍ fekk í fyrra hálvleiki, har av fimm tey fyrstu.
StÍF slapp ongantíð frá GÍ, og ikki fyrr enn seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal, sluppu tær fram um fyri fyrstu ferð í dystinum. Men leiðslan gjørdist ongantíð meir enn tvey mál, og sjálv avgerðin fall ikki fyrr enn í seinasta minutti, tá GÍ fyrst javnaði til 15-15, men Katrin Petersen síðani gjørdi sítt einasta mál í dystinum til endaliga úrslitið 16-15.
StÍF-GÍ 16-15 (8-8)
StÍF: Signhild Petersen 6, Paula B. Jacobsen 4, Eyðleyg Mikkelsen 3, Bjørg Mikkelsen 2, Katrin Petersen 1.
GÍ: Beinta Joensen 8, Maria Olsen 3, Kristine Ellingsgaard 1, Sonja Gleðisheygg 1, Sunrid Gleðisheygg 1, Annika Jacobsen 1.
Útvísingar: StÍF 1, GÍ 4.