GÍ flytir upp í 2. deild

Fótbóltur: Oddaliðini í 3. deild spældu tættar dystir, men vunnu øll

Avgerðir fullu bæði í botninum og í oddinum í 3. deild um vikuskiftið. GÍ flytur upp og Fram flytur niður.

Reint teoretiskt letur seg gera, at fáa GÍ aftur í oddinum, men eingin klárar tað. Málmunurin, sum GÍ hevur, er so góður, at liðini aftanfyri klára ikki at vinna inn á GÍ.

Gøtumenn, sum fluttu niður fyri tveimum árum síðani, hava sostatt aftur vunnið sær sess í næstbestu deildini, og við 4. deildarliðunum framvegis við í kappingini, er møguleiki fyri, at GÍ næsta ár hevur lið í øllum deildum.

Gøtumenn vunnu tepran sigur á KÍ í Klaksvík og tað sama var galdandi fyri liðini, sum GÍ kappast við. NSÍ vann móti ÍF, men vóru trýstir, tá teir komu fram um, og í Vági var VB aftanfyri 2-0, áðrenn teir vendu hóttandi tapinum til 3-2 sigur.

Fram tapti sín dyst móti HB, og tá B71 samstundis vann á SÍ, er tað greitt, at Fram flytur niður í 4. deild næsta ár. B71 fekk samband aftur við liðini omanfyri, tá teir vunnu 5-3 móti SÍ. Næstu ferð spæla teir móti Fram, og tá fara teir at royna at koma upp um KÍ eisini, fyri at sleppa undan at spæla um niðurflyting.


GÍ móti endanum

Gøtumenn vóru sunnudagin á vitjan í Klaksvík, og tá 1. deildarliðið samstundis spældi í Gøtu, var liðið nakað verri mannað enn teir ofta hava verið, tí eingir eykamenn av 1. deild vóru at taka til. Ikki tí, tað kundi kanska onkur verið við, tí eingin av teimum, sum sat á beinkinum í 1. deildardystinum, kom inn.

Dysturin millum liðini var javnur og kjansir vóru báðar vegir. Í fyrra hálvleiki var tætt, GÍ hevði bóltin meiri, men KÍ var eisini fleiri ferðir nær við at fáa mál. Bert eitt mál kom, og tað gjørdi Kim Petersen, tá hann væl úti frá lyfti upp um málverjan.

Í seinna hálvleiki javnaði John Havn tá hann gjørdist leysur, og løtu seinni legði hann KÍ fram um, tá hann stríddi seg til ein bólt í GÍ-brotsteiginum og skoraði við góðum skoti.

Eftir hetta satsaði GÍ fyri at vinna dystin, men tað gekk rúm tíð áðrenn tað eydnaðist at javna. Sjey minuttir fyri leiklok stútaði Heini Heinason bóltin í málið, og í seinastu løtu skoraði hann við brotssparki.

Hetta hevði við sær at GÍ vann dystin og samstundis eisini uppflytingina til 2. deild.


NSÍ og VB

vunnu eisini

Í Runavík tók NSÍ ímóti ÍF, og har gjørdist tað eisini til javnan dyst, har álopini gingu báðar vegir.

Í fyrra hálvleiki gjørdi NSÍ málini, sum tryggjaði teimum sigurin. Longu tá 4 minuttir vóru farnir stútaði Martin Venned innlegg frá Hjørleif Klein í kassan.

Tá hálvur tími var farin økti NSÍ til 2-0, tá Harry Knudsen eftir nakað av aftur og fram sparkaði bóltin í málið.

Í seinna hálvleiki trýsti ÍF fyri at fáa mál og stig burtur úr, meðan NSÍ legði dent á at verja og síðani leypa av við skjótálopum.

Hvørki av liðunum fekk mál, hóast kjansir vóru báðar vegir, og NSÍ vann tí 2-0.

Í Vági var VB aftanfyri 2-0 móti Skála tá hálvrunnið var, men í seinna hálvleiki vendu teir dystinum, og skoraðu tríggjar ferðir.

Alexander Johansen og Kajsten Rasmussen syrgdu fyri leiðsluni hjá Skála, men beint eftir steðgin minkaði Sigmund Mikkelsen til 2-1. Tað gav VB vónina um sigurin, og tá Magnus Jacobsen hjá Skála so varð útvístur, kláraði VB at gera málini, sum førdu við sær sigurin. Egill Steintórsson javnaði til 2-2, áðrenn Sigmund Mikkelsen tryggjaði VB sigurin.


Fram mátti lúta

Eftir ósigurin móti HB, var ikki longu lív lagað hjá Fram í 3. deild á hesum sinni.

B71 vann sín dyst heima á Sandi, og so var munurin millum liðini vorðin so stórur, at Fram kann ikki fáa sandingar aftur.

Dystin móti HB tapti fram 7-3, men teir vóru á odda eitt skifti í fyrra hálvleiki. Tað var týðuligt, at Fram-spælararnir vildu naka í hesum dystinum, tí teir komu nógv betur frá byrjan.

Men væl inn í fyrra hálvleik kom HB aftur við í dystinum, og tað hjálpti væl at royndi Heðn Joensen kom av beinkinum og á vøllin at stýra ungu monnunum.

Í hálvleikinum var 3-2 til HB og í seinna hálvleiki skoraðu teir fimm mál afturat, meðan Fram bert fekk eitt.

Á Sandi var hýrurin góður eftir 3. deildardystin. B71 vann sín dyst, tryggjaði seg frá beinleiðis niðurflyting, tók eit stórt fet upp móti KI, at møguleiki framvegis er fyri at sleppa undan at spæla um niðurflyting.

B71 var á odda 1-0 í hálvleikinum. Teir komu eisini fram um 2-0, men so javnaði SÍ til 2-2. Tá Eirikur Poulsen, Julian Thomsen og Bergur Viderø so gjørdu mál fyri B71 var dysturin vunnin, hóast Jón Nielsen minkaði til 5-3.

Næstseinasta umfar í 3. deild verður komandi vikuskiftið.