GÍ aftur at síggja í 1. deild komandi ár

Hondbóltur: GÍ verður aftur at síggja í 1. deild hjá kvinnum komandi kappingarár. Hetta varð veruleiki, tá seinni dysturin um upp- og niðurflyting móti NSÍ endaði javnur 17-17

Besta kvinnuliðið hjá GÍ í hondbólti tryggjaði sær mikukvøldið framhaldandi pláss í 1. deild, tá tær spældu javnt 17-17 móti NSÍ í høllini á Kambsdali.

Hetta var seinni dysturin um uppflyting millum hesi bæði liðini, og eftirsum GÍ vann fyrra dystin í Runavík við trimum málum, merkir tað, at gøtukvinnur verða aftur at síggja í 1. deild næsta ár, meðan NSÍ má spæla í 2. deild í øllum førum í eitt ár afturat.

Dysturin mikukvøldið var langt frá góður, og tað sást, at liðini ikki eru von við at spæla hondbólt í mai mánaði. Bæði liðini høvdu eitt tíðarskeið í dystinum, har tey vóru omaná, men hevði NSÍ kent sína vitjunartíð, høvdu tær lættliga kunnað vunnið, eisini við teimum trimum málunum, sum vóru neyðug.

Hinvegin kundi GÍ eisini havt avgjørt dystin til sín fyrimun longu miðskeiðis í seinna hálvleiki, men av tí at so nógv stóð upp á spæl, vildi hvørki av liðunum gevast, tá tað sá svartast út, og eisini tí endaði tað so javnt, sum tað gjørdi.

Liðini skiftust um at vera við yvirlutan. Tað byrjaði nokkso javnt, áðrenn GÍ tók seg framum, men NSÍ kom afturíaftur, so støðan í hálvleikinum var javnleikur, 9-9.

Seinni hálvleikur byrjaði eisini rættiliga javnt, men so fór GÍ upp á 14-11, og tað sá svart út hjá NSÍ, sum jú skuldi vinna við í øllum førum trimum málum. Men tær góvust ikki, og tá sjey minuttir vóru eftir, var støðan 14-14. Sostatt fekk møguleikin hjá NSÍ nýtt lív, men í seinasta enda gjørdust tær ov stuttar. Tær blakaðu alt fólkið fram og fingu nøkur mál, men tað kostaði eisini í hinum endanum, so endaliga úrslitið gjørdist 17-17.

Sum heild vísti hvørki av liðunum 1. deildarhondbólt, men tað kann vera, at tað at landskappingin endaði fyri meir enn einum mánaði síðani, hevði sína ávirkan. Um ikki, fær GÍ veruligar trupulleikar, tá kappingin byrjar aftur í heyst.


GÍ-NSÍ 17-17 (9-9)

GÍ: Kristine Ellingsgaard 7, Sunrid Gleðisheygg 5, Sonja Gleðisheygg 3, Maria Olsen 2.

NSÍ: Mona Langgaard 4, Turið Lamhauge 3, Ann Mari Østerø 3, Oddvá Fossdalsá 2, Elinbjørg Hammer 2, Oydis Hansen 2, Jenny Hansen 1.

Útvísingar: GÍ 5, NSÍ 4.

Diskvalifikatión: GÍ 1.