Ghetto Kvøld setur fokus á hassj

Í kvøld verður enn ein sending á skránni á Rás2, sum er send beinleiðis úr Keypmannahavn. Ghetto Kvøld varpar í kvøld ljós á kjakið um hassj, sum hevur verið í Føroyum seinastu tíðina.

 

Í kvøld verður Føroyahúsið í Keypmannahavn karmur um enn eina Ghetto Kvøld sending, og hesaferð fara útisetarnir at varpa ljós á hassj. Hetta verður gjørt við millum annað við at práta við eina kvinnu, sum nýtir hassj sum heilivág, og roykir hassj fleiri ferðir um mánaðin.

 

Haraftrat fer ein lækni at greiða frá hvat hendir við kroppinum, tá ið tú roykir hassj, og ein narkopolitistur greiður frá sínum royndum innan hassjumhvørvið í Føroyum.

 

Tað er í kvøld klokkan 20.00 føroyska tíð, at Ghetto Kvøld fer av bakkastokki beinleiðis úr Keypmannahavn.