Nýggja sendingin hjá Rás2, Ghetto Føroyar, sum skuldi verða send beinleiðis úr Keypmannahavn í dag klokkan 15.00, verður send í kvøld ístaðin.
Fólkini handan sendingina Ghetto Føroyar máttu í dag ásanna, at tøknin ikki altíð er at lýta á. Sendingin skuldi sendast beinleiðis úr einum kollegiekamari á Sofiegarðinum í dag klokkan 15.00, men tøknin svíkti, og tí varð sendingini ikki send.
Men nú er greitt, at sendingin verður send í kvøld klokkan 19.00 og tveir tímar fram.
Á skránni er eitt nú eitt kjak um hvørjar alternativar vinnur kunnu stimbrast í Føroyum. Haraftrat verður práta um hvørt útisetar hava rætt til at blanda seg uppí kjakið í Føroyum, ella ikki.
Tú kanst vitja Facebook síðuna hjá sendingini, sum eitur Ghetto Føroyar, og har frætta meira um sendingina í dag, sum altso verður send í kvøld.