HM-fótbóltur
Ghana var leingi við til at geva Brasil ein skarpan gang í dag. Hóast Ronaldao opnaði ballið tíðliga við metmáli nummar 15, so helt Ghana á fram at trýsta. Fleiri ferðir høvdu teir eisini góðar møguleikar, og tí var tað sum vátur vøttur, tá Brasil økti beint undan steðginum.
Eisini eftir steðgin royndi Ghana at trýsta alt tað, sum teir vóru mentir. Men tá triða brasilska máli fall - stutt eftir ghanesiska útvísgin - var leyst og liðugt. Og var neyvleikin hjá Brasil størri, ella hevði Kingson ikki staðið somikið væl í brasilska málinum, kundi talan væl verið um nógv størri sigur seinastu løtuna.
Brasil-Ghana 3-0 (2-0)
1-0: Ronaldo, 5.
2-0: Adriano, 45.
3-0: Ze Roberto, 84.
Reytt kort: A. Gyan GHA), 81.