Lagið er øgiligt í KÍ leguni í Gundadali. Fremsti avbjóðarin hjá klaksvíkingum at vinna FM heitið er HB. Síðani Jákup Martin Joensen tók við sum HB venjari, hevur tað gingið sum eftir ánni. HB hevur vunnið tveir landskappingardystir og fjórðingsfinalu í steypakappingini.
Tí var við stórum spenningi bíðað eftir uppgerðini millum tvey tey fremstu. HB hevði vitjan av KÍ, og tað eru gestirnir, sum hava øll stigini við sær til hús. KÍ vann 1-0, og einasti málskjúttin var toppskjúttin Páll A. Klettskarð, sum stutt úr málinum smekkaði bóltin í málið, eftir at Luc Kassi hevði roynt seg við fluktara, eftir at Árni Frederiksberg við frísparki hevði lagt innfyri úr vinstru.
Heilt merkisvert var tað, at 49 ára gamli Géza Turi vardi KÍ málið, tí hann, sum plagar at verja málið, var skaddur.
-Vit fingu at vita, at Géza fór at verja málið, tá ið vit hittust í Klaksvík og riggaðutil at fara suður. Verjan spældi ein rimmardyst, og vit royndu at hjálpa málverjanum sum frægast, sigur Páll A. Klettskarð, sum er valdur at vera besti spælarin í apríl.
-Eg hevði ikki roknað við hesum, og eg var kløkkur. Men málverjin var sjúkur, og so tók eg við avbjóðingini. Royndirnar komu mær til góðar. Hetta var perfektur dystur fyri meg, og tað var vakurt, tá ið eg hoyrdi óføru fjeppararnar syngja og nevna navnið á mær, sigur KÍ málverjin við Televarpið.
KÍ hevði fyri tað mesta tak á spælinum, og tað var ikki fyrr enn í tíðini, sum dómarin legði aftrat, at HB var vandamikið. Innskifti Jákup L. Thomsen var leysur við handara stólpa, tá ið innlegg varð lagt úr høgru, men hann sendi við høvdinum bóltin skeivu megin stólpan.
Nú fyrsti triðingur av kappingini er av, hevur KÍ framvegis fulla úrtøku, og tað eru sjey stig frá toppliðnum og aftur til HB.
-Vit eru øgiliga vónbrotnir, men tað er einki annað at gera enn at reisa seg aftur, og vit rokna framvegis við møguleikanum, sigur Viljormur Davidsen hjá HB.