Geza Turi heldur fram hjá Víkingi

Geza Turi verður eisini mál­maður hjá Víkingi í 2012.
Hann hevur skrivað und­ir sátt­mála fyri komandi ár, og tað fegnast tey í Víkingi um.

Víkingur skrivar á heimasíðuni, at Geza Turi hevur hetta kapp­­ing­­a­r­ár­ið ver­ið ein trygg­ur aftasti skansi og hev­ur verið sera støð­ugur. Uttan at siga ov nógv hevur Geza verið ein av bestu málmonnunum í ár, fyri ikki at siga tann besti.
– Vit í Víkingi gleða okkum at síggja Geza halda fram í sama stíli komandi kappingarár, skrivar Víkingur.