Tað var ein ordans hvøkkur í Sarpugerði í gjár, tá ið málverjin hjá Víkingi, Geza Turi, meiddi seg somikið illa í nærdysti við KÍ-leikara, at hann varð borin av vøllinum og alt fyri eitt fór til kanningar á Landssjúkrahúsinum.
Á Landssjúkrahúsinum var illgruni um, at okkurt var brotið í rygginum, so Geza Turi varð innlagdur og hevur sovið har í nátt. Røntgenmyndir vórðu tiknar, og í morgun vóru úrslitini klár.
Tað vísti seg, at Geza Turi ikki hevur brotið nakað. Hann sigur við in.fo í dag, at hann framvegis hevur ilt í rygginum, men at hann nú er útskrivaður og hevur fingið boð um at halda frí í eina viku.
Komandi vikuskiftið verður landsdystur, so í tann mun er Geza Turi heppin og verður møguliga við aftur longu næsta umfar. Tað verður 2. apríl, tá ið Víkingur fær vitjan av FC Suðuroy.