Julia í Kálvalíð hevur leikstjórnað filmin "Omman", ið er ein av átta filmunum, sum kann fara avstað við filmvirðislønini Geytin í morgin. Julia er fødd í 1982. Hon hevur prógv frá European Film College og ein bachelor frá Baltic Film and Media School í Estlandi.
Hetta er onnur Geyta-tilnevningin hjá Juliu. Í 2015 var hon saman við Sunnivu Sundby tilnevnd við filminum "Boys".
Hvat snýr filmurin seg um?
- Í stuttum er tað ein tragikomiskur filmur um eina alkoholiseraða ommu og hennara tveir ommusynir. Filmurin gongur fyri seg í føroysku fjøllunum, og so fari eg ikki at avdúka meira. Filmurin viðger alkoholismu og familjuviðurskifti.
Hvussu fanst tú útav, at tú vildi arbeiða við filmi?
- Tað var um 2006, tá eg gekk á filmsháskúla í Ebeltoft. Ein sera góður skúli, sum eg mestsum av tilvild var farin á. Áðrenn hetta vildi eg vera sjónleikari. Eg eri uppvaksin í einum heimi, har vit hava fingist nógv við sjónleik og fortalt nógvar søgur.
Hvørjar eru tínar størstu inspiratiónskeldur?
- Leikstjórarnir Anders Thomas Jensen, Paolo Sorrentino, The Coen Brothers, og Jared Hess. Teir eru rættiliga ymiskir viðvíkjandi stíli, men teir hava tað til felags, at teir brúka humor í filmunum hjá sær. Álvarslig evni gerast minni tung, tá tey viðgerast við humor, og tað er eisini tað, eg sjálv royni við mínum filmum.