Geytin 2019: Heiðrikur á Heygum

Heiðrikur hevur gjørt ein heimildarfilm um tvørkyndu Anniku Samuelsen. Hetta er fjórða Geyta-tilnevningin hjá Heiðriki.

Heiðrikur á Heygum er tilnevndur Geytan 2019 fyri heimildarfilm sín um tvørkyndu Anniku Samuelsen, sum býr í Føroyum.

 

Heiðrikur er útbúgving leikstjóri úr danska filmskúlanum Super16. Heimildarfilmurin "Annika" er fjórði filmurin hjá Heiðriki, sum er í tilnevning til Geytan. Í 2013 var hann tilnevndur við filminum "True Love", í 2014 við filminum "Skuld", og í 2015 við filminum "Dalur".

 

Hvat snýr filmurin seg um?

- Tað er ein heimildarmynd, sum viðger støðuna hjá tvørkyndum í Føroyum. Vit fylgja Anniku Samuelsen og hennara familju. Annika er tvørkynd og í hált við at rætta kropsliga kynið til tað, sum tað átti at verið. Tað er ein lang og krevjandi prosess, sum hevði verið lættari, um hon kundi fingið sítt kyn viðurkent løgfrøðiliga ímeðan. Í Føroyum sigur lógin, at tú ikki sleppur at skifta kyn løgfrøðiliga, fyrrenn tú hevur skift kyn kropsliga.

Hvussu fanst tú útav, at tú vildi arbeiða við filmi?

- Eg havi altíð teknað og gjørt tónleik. Sum tannáringur fann eg útav, at man kundi blanda myndir og ljóð og fortelja søgur við filmi. Klippfisk hjálpti mær nógv á veg, tá eg var ungur.

Hvørjar eru tínar størstu inspiratiónskeldur?

- Kubrick og Hitchcock, sum eru av gamla skúlanum, hava lært meg nógv um filmsmál, og hvussu man skapar kenslur bara við myndum og ljóði. Sofia Coppola, Spike Jones og Michel Gondry duga væl at fortelja søgur um einsemi. Teirra máti at fortelja søgur uppá hava givið mær sera nógvan íblástur.