Geysir vaknar úr dvala

Í gjár gav Geysir aftur lívstekin frá sær, tá eitt ferðalag var og vitjaði, men annars er ikki ofta, at íslendska goskeldan goysir longur.

Síðani aldarskiftið hevur tað verið sjáldan, at ferðafólk og onnur í Íslandi hava sæð og upplivað, at heita goskeldan Geysir hevur verið virkin, men nú hevur hon aftur latið frætt frá sær.

Ása Björk Snorradóttir, sum var við í Haukadali við ferðafólkum, greiðir íslendska ríkisútvarpinum frá, at tey stóðu við Geysir, tá hon hoyrdi dun aftan fyri seg, vendi sær og sá Geysir goysa vatn upp í loft.

– Vatnsúlan, ið reisist frá Geysir, var hægri enn tann, vit eru von at síggja koma úr Strokki, sigur Ása. Strokkur er ein onnur goskelda nærhendis, ið er nógv meira virkin enn Geysir.

– Ferðafólkini, ið vóru við, trúðu ikki sínum egnu eygum, tá tey sóu Geysir goysa, og hóast eg sjálv havi verið her við ferðafólki næstan hundrað ferðir um árið tey seinnu árini, havi eg ikki áður sæð Geysir goyst.

Ofta blanda fólk Geysir og Strokk saman, tí meðan Geysir seinnu árini ikki hevur gjørt stóran háva av sær, sendir Strokkur eina vatnsúlu upp í loft áttandahvønn minutt alt samdøgrið, gjarna einar 30 metrar upp í loft.