Microsoft stovnarin, Paul Allen, hevur nú boðað frá, at hann ætlar at geva burtur meginpartin av 75 milliardir krónur stóru ogn síni til filantropiskar verkætlanir. Tá Paul Allen fyri fleiri árum síðani fekk staðfest krabbamein, broyttist lív hansara fullkomiliga. Hann gavst at arbeiða hjá felagnum, hann stovnaði saman við Bill Gates, Microsoft, og vildi uppliva alt tað, hann kundi hugsa sær seinastu tíðina á fold.
Kemoterapi lekti tó Paul Allen, sum tá hevði brúkt ein stóran part av tíðini at ferðast kring heimin við tá heimsins størsta privata stuttleikaskipi, Octopuss. Skipið er til støddar sum Smyril og hevur millum annað tvær tyrlur umborð umframt ein kavbát.
Tað var The Seattle Times sum í gjár boðaði frá, at býarbarnið hevur í hyggju at geva burtur nógvu pengarnar. Ikki tí, Paul Allen hevur longu sum er givið hópin av pengum til vælgerandi endamál.
Tað var í 1990, at Paul Allen saman við systrini, Jo Lynn Allen, stovnaði Paul G. Allen Family Foundation, sum hesi 20 árini hevur latið peningagávur til 3.000 ymiskar persónar og felagsskapir fyri 2,4 milliardir krónur. Umframt tað, hevur Paul Allen sjálvur givið burtur 3,6 milliardir krónur til ymisk non-profit endamál.
Tað er serliga vísund, sum fær góðan stuðul frá milliarderinum, og tað er serliga heimbýurin og staturin, Seattle og Washington, ið njóta gott av gávumilda Paul Allen.
Hann eigur fótbóltsfelagið (NHL), Seattle Seahawkes, fótbóltsfelagið (MLS) Seattle Sounders og kurvabóltsfelagið Portland Trailblazers.
Til stuttleikar kann nevnast, at hálvi føroyingurin, Vilmund Boggs, í fleiri ár hevur arbeitt hjá Paul Allen sum tyrlumekanikari.










