Gevur onga meining at vera til fiskiskap

Oljan er so dýr, at hjá djúpvatnstrolarunum fara tveir triðingar av landingarvirðinum til olju -Tveir triðingar av veiðuni fara nú til oljuútreiðslur, nú prísurin er so methøgur. Tí er eingin meining í at vera til fiskiskap í løtuni, sigur Sveinur Poulsen, reiðari og skipari á djúpvatnstrolaranum Niels Paula við Kringvarpið.

Tí er trolarin lagdur fyribils, men manningin er ikki uppsøgd.

Sveinur Poulsen sigur, at Niels Pauli verður liggjandi til eina ferð í næsta mánaði, tá prísurin á fiskinum vónandi fer at hækka, og prísurin á oljuni fer at fella.

Kelda: Kringvarpið