Gevur okkum heilt nýggjar møguleikar

-Tað er ein gleði at hava verið ein partur av hesi verkætlanini sum lóggevari og játtandi myndugleiki, tí hon var jú fremmand, tá hon tók seg upp. Hon var tann fyrsta av sínum slag, og tí vóru tað nógv, sum ivaðust, um hetta bar til. Men tað hevur Vágatunnilin væl prógvað, at hetta er ein samferðslumøguleiki, sum nú stendur føroyingum púra opin og sum letur upp fyri heilt fantatiskum perspektivum fyri framtíðar samferðsluna í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, nú Vágatunnilin er tikin í nýtslu.

.
Undirsjóvartunnil


-Sum tann fyrsti av sínum slag fær Vágatunnilin allar føroyingar at síggja samferðslumøguleikarnar heilt øðrvísi enn vit higartil hava gjørt. Hetta er í veruleikanum at sammeta við, tá vit gjørdu fyrsta tunnilin á landi og teir stóru møguleikar, sum tá tóku seg upp. Frá tí at man bara hevði verið bundin at ferðast um sund við bátum og ferjum, bráddliga kundi hava aðrar møguleikar.

Jóannes Eidesgaard sær nú fyri sær eina nátúrliga menning á samferðsluøkinum. -Nú kemur so túrurin til Lorvíksfjørð. Og hvør sigur, at man ikki eftir hetta, verða ráðini til tað, kann fara at tosa um fast samband um Skopunarfjørð! Og tað at Sandoyggin kemur uppí miðøkið ger teinin til Suðuroyar munandi minni.

Hvat viðvíkur tunnili til Suðuroyar heldur formaður Javnaðarfloksins, at tað tøkniliga helst ikki fer at vera nakar trupulleiki í framtíðini. -Tøknin mennist alla tíðina. Vit mugu minnast til, at tá bergholið millum Tvøroyri og Hvalba varð borað fyri 40 árum síðani, sótu menn fastspentir og boraðu við luftborum í hondini. Nú stendur ein maður og stýrir einum teldustýrdum borivogni. So møguleikin at bora tunnil undir Suðuroyarfjørð hevur kanska ongantíð verið so nær eftir, at vit hava fingið okkara fyrsta undirsjóvartunnil. Tá verður tað bara ein spurningur um longd. Tekniska menningin er so stór, at tær stóru forðingarnar fella ein fyri og onnur eftir sigur Jóannes Eidesgaard, sum heldur, at Vágatunnilin fer at geva føroyingum og tí føroyska samfelagnum nakrar heilt aðrar møguleikar.