Bjarni Djurholm greiðir frá, at ein maður, sum fleiri ferðir seinastu tíðina hevur verið á vitjan í Vinnumálaráðnum, fríggjadagin vendi sær til umsitingina hjá ráðnum umvegis telefonina og segði, at hann umhugsaði at koma oman í ráðið at gera enda á landsstýrismanninum.
Vónandi tóm hóttan
Eg havi sjálvur havt fleiri vitjanir av manninum seinastu tíðna, men tað hevur í sjálvum sær einki skelkandi verið í tí. Men hóttanin fríggjadagin er sjálvsagt einki serligani hugalig, og aðalstjórin valdi eisini beinan vegin at boða løgregluni frá, greiðir Bjarni Djurholm frá.
Landsstýrismaðurin sigur seg vóna, at talan var um eina tóma hóttan, men sambært løgregluni verður maðurin mettur at verða ikki heilt vandaleysur.
Løgreglan ringdi til mín fríggjakvøldið og greiddi frá, at maðurin var tikin inn til avhoyringar, og at hann nú verður skuldsettur. Teir heittu eisini á meg um at hava eyguni eftir mær sjálvum, og tað má tulkast sum um, at maðurin ikki er heilt vandaleysur, sigur Bjarni Djurholm, sum hugsar mest um sini nærmastu í sambandi við hendingina.
Nú eru skjótt seks ár síðani, at Bjarni Djurholm gjørdist landsstýrismaður, og sambært honum hava fólk sum heild verið stak fyrikomandi.
Eg havi stórt sæð ikki havt nakra keðiliga uppliving, og so als ikki nakað, ið kann samanberast við tað, sum fór fram fríggjadagin. Fólk hava verið ógvuliga fyrikomandi, og eg havi kent meg púrasta tryggan. Sjálvsagt hava tað verið summi, ið hava skeldað um okkurt, men soleiðis vil tað altíð verða, heldur Bjarni Djurholm.
Ikki longur eitt opið aðalráð
Hóttanin hevur eisini fingið avleiðingar í Vinnumálaráðnum. Aðalstjórin, Arne Poulsen, hevur nevnliga gjørt av, at nú skulu øll vitjandi boða frá í móttøkuni, tá ið tey koma á vitjan í Vinnumálaráðnum.
Áður hava fólk kunna komið og farið, sum teimum lystir í ráðnum, og tað hevur sum heild virkað væl, men nú verður hetta broytt. Aðalstjórin hevur mælt til, at øll vitjandi nú skulu boða frá, og tað havi eg sjálvsagt tikið til eftirtektar, hóast eg haldi, at tað er stórt spell, greiðir Bjarni Djurholm frá.
Maðurin, ið hótti landsstýrismannin eftir lívinum, bleiv eftir avhoyringar fríggjadagin latin leysur aftur, men hann verður skuldsettur.










