Virðisløn M.A.Jacobsens fyri mentanaravrik 2008 fekk Anna Kristin Thomsen fyri virksemi hennara í bygningunum hjá Kongaliga einahandilinum á Tvøroyri Grundgevingin hjá dómsnevndini er soljóðandi:
Anna Kirstin er eldsálin, sum lívgar og ríkar, har hon virkar. Tað veri innan tónleik, undirhald, ella tá ið hon lærir fólk kring landið at dansa.
Við áhaldni og hugflogi, skynsemi og stórsinni hevur Anna Kirstin tikið stig til at umvæla, varðveita og lata upp dyrnar til ein týðandi part av mentanararvi okkara: bygningarnar hjá Kongaliga einahandlinum á Tvøroyri.
Um hesar karmar er sprottin ein søguligur og nútímans mentanarpallur og eitt livandi ungdómshús.
Her stíga føtur, ið undan fóru, inn aftur í ringin, og saman trína vit dansin inn í framtíðina.










