Gevur listakjakinum eitt spark

Beint sum eitt føroyskt listakjak var við at taka dik á seg, fekk tað enn einaferð ein frammaná av firtnum høvundum og persónligum aggi. Tí er tað í tøkum tíma, at føroyingar fáa eitt forum, sum kann sparka kjakið upp á eitt støðið, har tað hevur eina framtíð, sigur Kim Simonsen, blaðstjóri á nýggja mentanartíðarritinum Outsider

Vit hava sæð tað fyrr ? alt ov ofta. Beint sum ferð er við at koma á eitt kjak um listarliga dygd, verður tað køvt av firtnum høvundum og teirra láturligu pástandum um, at ummælarar eru skuffaðir rithøvundar, ella lesararbrøvum, har persónligt agg køvir øll kjakelvandi sjónarmið.
Sambært Kim Simonsen er ein av orsøkunum, at vit í Føroyum ongantíð av álvara hava megnað at skapa eina siðvenju fyri einum framhaldandi mentanarligum kjaki. Fólk antin tora ella vilja ikki seta orð á síni sjónarmið alment. Tá so onkur umsíðir ger tað kortini, er tað sum at bresta eina bumbu, har alt kemur út í senn við tí úrsliti, at kjakið verður so persónligt og kompromisleyst, at ongin hættar sær at halda fram.
Outsider torir
Á nýggja tíðarritinum tora tey at siga, hvat tey halda vera gott, og hvat tey halda vera óbrúkiligt. Tey taka sær rætt til bert at prenta tað besta av tí skaldsliga tilfarinum, sum verður sent inn, soleiðis at ein debut á Ousider skal metast sum ein slag av góðskustempli av listarligari dygd. Longu nú hevur blaðstjórnin fingið hópin av tilfari - eisini slíkum, sum ikki verður prentað, tí dygdin ikki er nóg góð.
- Ein av trupulleikunum í føroyska listakjakinum er, at tey sum eftirlýsa erligum ummælum, ikki sjálvi tora at vera erlig. Slíkt ber illa til at taka í álvara. Vit á Ousider eftirlýsa eisini kritiskum og erligum ummælum, og tí gera vit eisini nakað við tað við at skapa eitt forum fyri teimum. Vit eru ikki bangin fyri at finnast at, og tola tí eisini tey høgg, sum uttan iva fara at verða vend móti okkum, sigur Kim.
At tað finnast bøkur, sum eru betri enn aðrar, merkir ikki, at Kim og hini á Outsider fara at stimbra eitt kjak um kanon. Eftir teirra tykki er kanon fyri fólk, sum ikki duga at hugsa sjálvi. Bókmentasøgan hevur lært okkum, at í listini finst onki standardmát, men fyri tað kanst tú væl stinga eina kós út fram móti onkrum, har tín fakliga bakgrund og estetiska kensla sigur tær, at okkurt áhugavert er við at henda.
Fangað í hampuligheitini
Sambært nýggja tíðarritinum hendir tað áhugaverda uttanfyri, har undirvøksturin ofta gerst so tjúkkur, at hann ikki rúmast innanfyri. Blaðið fer at savna seg um samtíðina og tað, sum hendir í listini á tí internationala økinum. Og føroyskar bókmentir mugu, kanska fyri fyrstu ferð, finna seg í at verað vigaðar á somu skál, sum tær bestu í heiminum.
Tað finnast undantøk, men sambært Kim er heildin av føroyskum bókmentum fangaðar í eini idylliskari hampuligheit, sum restin av heiminum slapp sær úr einaferð í 1800 talinum. Føroyskir høvundar mugu tora at taka tað ljóta, nútíðina og tað persónliga inn í bøkurnar, men tað krevur eisini nakað nýtt av føroyskum lesarum.
- Føroyingar duga ikki nóg væl at lesa bøkur, tí teir eru uppaldir til at halda tað privata vera meir áhuguvert enn tað persónliga. Føroyskar bókmentir hava alt ov leingi verið merktar av eini siðsøguligheit ella eini minnismentan, sum hvørki megnar at hyggja út um seg sjálvan, tíansheldur taka lesaran við sær út í tað alheimsliga. Føroyski lesarin sær tað tí alt ov ofta sum sína fremstu uppgávu at royna at finna út av, um hetta ella hatta ?passar? ella ikki, ella at gita seg fram til, hvørjir persónarnir munnu vera, sigur Kim, sum eftirlýsir høvundar, um duga at sleppa tí privata og heldur royna at mana fram hugmyndir um tað alheimsliga í tí persónliga, sum vit millum annað síggja tað í (post) modernistisku traditiónini. Gjørdi vit tað, dugir Kim ikki at síggja nakra forðing fyri, at føroyskar bókmentir eisini kundu gjørt seg galdandi í millum tær fremstu í heiminum
Outsider verður ikki eitt bókmentasøguligt tíðarrit, men eitt, ið heldur leggur seg eftir at síggja samanhang í fortíðini hjá bókmentum uttan at gerast offur fyri mentanarkonservativismu. Málið er ongantíð at koma fram, men allatíðina at vera á ferð saman við bókmentunum.
Livandi heimasíða
Klók av royndum hevur blaðstjórnin á Outsider sett sær fyri at brúka orkuna uppá innihaldssligu dygdina í blaðnum, heldur enn dýrt prent og útgávutíttleika. Kim Simonsen hevur fyrr verið við í líknandi útgávum, men ásannar, at tað fíggjarliga ofta er trupult at hóra undan. Tey flestu føroysku mentanartíðarritini, eitt nú Brá og Bragi, góvust eisini sum frá leið, og hetta hevur eisini gjørt sítt til, at tað hevur verið trupult at hildi fast í eini samanhangandi føroyskari siðvenju í mentanarkjakinum.  Væntandi kemur Outsider út einar tvær ferðir um ári við 200 síðum, men ætlanin er at heimasíðan skal virka sum eitt livandi kjakforum, sum allatíðina verður dagført við nýggjum innsløgum. Eftir bert fáum døgum hevði heimasíðan hjá Outsider havt 2000 vitjanir, so okkurt bendir á at blaðið er við at ogna sær ein lesaraskara, longu áðrenn tað er komið út fyrstu ferð.
Fyrsta pappírsútgávan av Outsider verður á gøtuni í mars mánað.
Myndtxt
Sambært blaðstjóranum á Outsider, er meginparturin av føroyskum bókmentum fangaðar í eini idylliskari hampulighet, sum restin av heiminum slapp sær úr einaferð í 1800 talinum