Gevur høvi at røkja aðrar uppgávur

Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, fegnast um sáttmálan, hann fyrr í dag undirskrivaði á Hotel Føroyum. – Tað liggja nógv góð virðir í sáttmálanum, sum ikki endurspegla prosentini, vit hava fingið, sigur hann

Loksins eydnaðist tað at fáa semju í lag millum Starvsmannafelagið og almennu arbeiðsgevararnar. Beint fyri evstamark okkara fingu vit orðið á Gunnleiv Dalsgarð, formann í Starvsmannafelagnum, og vit spurdu hann, um hann nú er ein glaður maður.
– Eg eri glaður á tann hátt, at vit nú fáa ein sáttmála fyri øll fýra økini, greiðir Gunnleivur Dalsgarð frá.
Hvat er tú fegnast um við sáttmálanum?
– Tað eru nógv ting, men fyrst og fremst at vit spældu út, at sáttmálin skuldi vera fyri øll økini og fingu tað, sigur Gunnleivur Dalsgarð og leggur so aftrat:
– Men har eru nógv góð virðir í sáttmálanum, sum ikki endurspegla prosentini, vit hava fingið, sigur hann.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum vísir á, longdin á sáttmálanum ger, at tey nú fáa høvi til røkja fleiri onnur forsømd øki, sum hann málber seg.
– Øll orka er brúkt til sáttmálarnar, men sum fakfelag meta vit eisini vit hava aðrar uppgávur at røkja, sigur Gunnleivur Dalsgarð.