Hondbóltur
Esbern Patursson staðfesti eftir dystin hóskvøldið, at føroyska spælið riggaði sera væl fyri steðgin.
- Vit spæla kanska eitt sindur yvir evni fyrsta hálva tíman. Vit spæla øgiliga væl, og vit gera at kalla eingi teknisk mistøk. Tað at vit bara hava Sámal, sum veruliga kann skjóta útifrá, ger kanska eisini, at vit alla tíðina leggja dentin á at spæla okkum ígjøgnum. Tí verða tað fá álop, sum verða avsluttað við 50%-kjansum, og tað er sjávlandi ein fyrimunur.
- Og í seinna hálvleiki spæla vit ikki líka væl. Eg haldi ikki tað er tað, at teir spæla so nógv betur tá.
Næsta uppgávan eitur Italia. Um tit megna at halda fast um spælið frá fyrra hálvleiki í dag. Hava tit so møguleikan at skapa eitt úrslit í tí dystinum?
- Tað hava vit avgjørt. Og ætlanin hjá okkum er í øllum førum at halda fast í tí, sum vit gjørdu fyrra hálvleik í dag, sigur Esbern Patursson.