- Hatta var tiltrongt, tað er so heilt víst, tí nú hava vit verið so nær við fleiri ferðir.
Soleiðis ljóðaði fyrsta viðmerkingin frá KÍF málverjanum, Óla Christian Djurhuus, tá vit skiftu orð við hann eftir dystin.
Um orsøkina til, at teir so ofta hava verið so nær, helt hann, at orkan hevði verið ov lítil.
Í dystinum sunnudagin er einki at taka seg aftur í, at Óla Christian sjálvur var ein av høvuðsorsøkunum til sigurin. Nakað sum eisini landsliðsvenjarin var eygnavitni til, og vit spurdu málverjan, um tað kanska gjørdi mun, at Palli var til staðar í høllini.
- Jú, mun ger tað. Man er kanska tað meira uppsettur, segði ein fegin málverji at enda










