Gevur Bush skyldina av at sonurin doyði

26 ára gamli amerikanski verkfrøðingurin Nick Berg varð hálshøgdur í Irak. Pápi hansara gevur Bush, forseta skyldina av, at sonurin doyði.

-Menn sum George W. Bush og Donald Rumsfeld síggja ikki sorg okkara, tí teir vita ikki, hvussu svárt hetta kennist, sigur Michael Berg. Leygardagin 8. mai var sonur hansara funnin avrættaður uttan fyri Bagdad.

Mánadagin kom Michael Berg til London, har hann helt røðu á einum fundi ímóti krígnum í Irak. Hann hevur í fleiri samrøðum fyrr sagt, at Bush og Rumsfeld hava skyldina av, at sonur hansara doyði, og í einari samrøðu fyrrakvøldið legði hann Bush undir at hava dult sannleikan um kríggið í Irak. Tað gera teir amerikonsku fjølmiðlarnir heldur ikki.

-Meiri enn 11.000 irakar eru deyðir, og tey avvarandi eru líka meint rakt sum eg, men tey hoyra vit einki um í teimum amerikonsku fjølmiðlunum. Teir amerikonsku fjølmiðlarnir leggja ikki í at siga frá teimum, sum líða mest.

-Tá tú sært, hvussu nógv eg og tey avvarandi hjá Paul Johnson, Kim Sun-il og fleiri túsund irakum hava liðið, hevur tú ilt við at skilja, hvussu Bush oh Blair kunnu bera seg soleiðis at, segði Michael Berg.