Gevur ávísum feløgum virðir fyri milliardir

Alt er avlagað, uttan at løgtingið hevur broytt ein bókstav

 

 

Sum støðan er nú, stendur tað landsstýrismanninum í fiskivinnumálum frítt fyri at luta virðir fyri milliardir út til ávís feløg.

Tað sigur Meginfelag Útróðrarmanna, sum nú alment átalar førda fiskivinnupolitikkin.

 

- Hesi feløg skulu lúka treytir, sum Fiski­málaráðið setur, grundað á metingar. Treytirnar eru ymiskar frá einum felagi til annað og tær eru ymiskar frá einum ári til annað, leggur felagið afturat.

 

Eftir fólkatalinum svarar hetta til, at fyri hvørja milliard, Jacob Vestergaard útlutar, skuldi danska stjórnin býtt virðir út fyri 100 mill­iardir krónur, svenska stjórnin skuldi býtt virðir út fyri 200 milliardir krónur og bretska stjórnin skuldi býtt virði út fyri fyri 1.000 milliardir krónur.

 

Meginfelag Útróðrarmanna vísir á, at tað var í 2010, at Fiskimálaráðið kom við eini nýggjari útlegging av lógini, sum endavendi allari fyrisiting og gjørdi upp við 16 ára praksis. 

 

- Síðani tá hava tað ikki verið ásetingar og allýsingar í lógini, sum hava verið avgerandi fyri rætt­­ar­­støð­­una hjá einstøku vinnulívsfólkum. Nú er tað landsstýrismaðurin, sum, grundað á meting­ar hjá fyrisitingini í Fiski­mála­ráð­num, bæði skilgreinar, ásetir og útlutar rættindi og krøkir rættindi og veiðiloyvir saman.

 

- Síðani 2010 hava tískil eingi feløg vita hvønn rætt og rættidni, ið tey hava, og tískil heldur ikki eftir hvørjum reglum í lógini tey eru fevnd av.

 

Meginfelag Útróðrarmanna sigur, at nýggja útleggingin hjá fiskimálaráðnum er ein frontaluppgerð við grundarlagið í lógini og hon hevur beinleiðis avlagað øll viðurskifti í før­oyska fiskivinnu. Og hetta er hent, uttan at løgtingið hevur broytt ein bókstav.

 

Les meiri um atfinningarnar hjá Meginfelag Útróðrarmanna við at trýsta HER