Gevur avboð og fer at starvast sum lækni

Korona-ótti herjar í amerikonskum fótbólti - tilsamans 66 leikarar hava givið avboð til kappingarárið.

Besta deildin fyri amerikanskan fótbólt, NFL, hevur fingið eina rúgvu av avboðum frá leikarum, sum ikki vilja spæla kappingarárið í ár vegna koronavirusið, sum herjar kring heimin og ikki minst í júst USA.

Freistin fyri at melda avboð til kappingarárið, sum byrjar 10. september, var í kvøld, og tá ið freistin var farin høvdu 66 leikarar meldað avboð til kappingarárið í ár. Tað svarar til 2,6% av øllum leikarunum í deildini.

Liðið, sum hevur fingið flest avboð, er New England Patriots, har heili átta leikarar hava givið avboð til kappingarárið. Ímillum teirra eru tvær av stjørnunum á liðnum, Dont'a Hightower og Patrick Chung.

- Daman er upp á vegin, og vit vænta eina dóttir. Sonurin mín hevur astma og pápi mín er 75 ár, so eg haldi, at hetta er skilabesta avgerðin, sigur Patrick Chung í samrøðu við CBS.

Ein annar, sum hevur givið avboð til hetta kappingarárið, er Laurent Duvernay-Tardif hjá Super Bowl-meistarunum úr Kansas City Chiefs. Hann er útbúgvin lækni og ætlar sær heldur at røkja tað starvið í korona-kreppuni.

- Eg kann ikki loyva mær at møguliga bera smittuna víðari í samfelagnum bara fyri at spæla tann ítróttin, ið eg elski. Skal eg vága nakað, so skal tað vera meðan eg ansi eftir sjúklingum, skrivar Duvernay-Tardif á Twitter.

Laurent Duvernay-Tardif stóð annars til at tjena 17,3 milliónir krónur í ár.

Umboðsfelagið hjá leikarunum hevur samrátt seg til ein sáttmála, ið tryggjar leikarum, sum velja hetta kappingarárið frá, eitt lønarforskot upp á 150.000 dollarar - umleið 940.000 krónur.