Ísfiskatrolararnir Hvannafelli og Vágfelli, sum partafelagið Hvannadalur í Vági eigur, loysa væntandi aftur seinni í hesi vikuni, og Beinissvørð er til fiskiskap Hetta verður fyrsti ísfiskatúrur hjá skipunum, síðan tey vórðu keypt frá Føroya Banka.
Hvannafelli er fyrrverandi Bliki, og Vágfelli er fyrrverandi Nesborg. Bæði skipini eru fyri nøkrum árum síðan keypt heim til Føroya.
Hans Joensen, Hans í Líðini, tey rópa, sigur, at felagið Hvannadalur, sum nú eigur og fer at reka skipini, er stovnað í summar. Felagið hevur fleiri eigarar, serliga í Suðuroy, men eisini norðanfyri Suðuroyarfjørð.
Meðan Hvannafelli hevur ligið við bryggju í Vági tað mesta av hálvum øðrum ári, hevur Vágfelli verið í standby-vinnuni.
- Bæði skipini eru nú klassað og hava fingið neyðugar umvælingar, eins og scan-trol skipanin er sett í tey.
Hans í Líðini sigur, at Hvannafelli og Vágfelli eiga 142 og ein hálvan fiskidag, men hann vónar, at høvi verður at keypa nakrar dagar aftrat.
- Vit fara at landa veiðina, har mest fæst fyri hana, og vit vóna, at fleiri lastir verða lagdar upp í Suðuroy, sigur Hans í Líðini.
Hann leggur aftrat, at skipini ongar bindingar hava á sær til landing til ávís virki ella økir í landinum.
- Slíkar verkætlanir eru kostnaðarmiklar, og tí ræður sjálvandi um at fáa mest møguligt fyri veiðina - hvønn einasta túr, sigur Hans í Líðini.
Djúpvatnstrolarin Beinissvørð, sum partvís somu menn eiga og reka, er til fiskiskap.
Aftrat virkseminum hjá Rock Trawldoors, har partvís somu eigarar ganga aftur, gevur samlaða skipa-og lemmavirksemi í Vági arbeiði til einar 50 mans.









