Gevst við at spjaða ótryggleika og misálit millum barnakonur og familjur teirra

Jóna Højgaard Jensen
Ljósmóðir (sjúkrasystir)
????
Føroya fólk hevur í seinastuni kunna fylgt við í fjølmiðlunum hvussu, millum aðrar, forkvinnan í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, hevur brúkt tíð og orku uppá at fortelja um tann stóra vandan, ið vildi staðist av at ljósmøður eftir barnsburðin skuldu ansa barnakonum og børnum teirra.
Ljósmøðurnar hava ikki yngst at luttikið í hesum orðaskifti, tí vit hava mett hesa skriving at verða á einum støði, ið á ongan hátt tænir barnakonunum og familjum teirra, men tvørturímóti fremur ótryggleika og misálit á teir persónar, ið tey skulu seta sítt álit á.

LJÓSMØÐRAFAKLIG ÁBYRGD:
Sum ljósmøður hava vit fakliga ábyrgd, og tí eiga vit at tala at, tá beinleiðis ósannleikar verða bornir fram viðvíkjandi útbúgving og førleika okkara!

SJÚKRASYSTRAÚTBÚGVINGIN:
Nú var eg sjálv í teirri støðu, at eg, áðrenn eg byrjaði á ljósmøðraskúlanum í Keypmannahavn, hevði útbúgving sum sjúkrasystir (sum tað æt tá) á L.S. í Tórshavn Eg arbeiddi á føðideildini á L.S. í 15 ár. Hendan tíðin gav mær sjálvsagt lívsroyndir og eina holla vitan um barnakonuna og nýfødda barn hennara, og gav íblástur til mítt ynski um at fáa eina útbúgving sum ljósmóðir.
Mín útbúgving sum sjúkrasystir, gevur mær førleika til at arbeiða, so at siga, á øllum deildum á Landsjúkrahúsinum. Sjálvsagt hevði hetta kravt eina upplæring ella eina dagføring, men við míni sjúkrasystraútbúgving og míni lóggilding (autorisatión) frá Heilsustýrinum kann eg arbeiða á einum breiðum øki innan sjúkrarøktina.

LJÓSMØÐRAÚTBÚGVINGIN:
Heilt øðrvísi er við míni Ljósmøðraútbúgving. Hendan útbúgving gevur mær eina servitan og ein førleika innan eitt ávíst øki ?"Barnakonuøkið".
Fyri at royna at greiða frá, hvat ljómøðraútbúgvingin umfatar og gevur førleika til, kann eg beinleiðis citera nøkur økir, íð verða umrødd í "Cirkulære om jordemodervirksomhed"(útgivið av Heilsustýrinum) ið sambært lóg staðfestir arbeiðsøkini hjá ljósmøðrum:
Jordemoderen kan som led i sin virksomhedsudøvelse konstatere graviditet.
Jordemoderen kan foretage behovsundersøgelser under svangerskabet, og undersøgelser med henblik på at diagnosticere svangerskab med øget risiko.
Jordemoderen kan endvidere undersøge, observere, pleje og deltage i behandling af syge svangre, herunder hvor barnets fødsel søges udsat ved særlig behandling.
Jordemoderen kan yde selvstændig fødselshjælp ved spontane fødsler, som forløber uden komplikationer.
Jordemoderen kan i barselsperioden forsat varetage observation, pleje og behandling af kvinden og barnet. Ved barselsperioden forstås her de første 14 dage efter fødselen.
I tilfælde af sygelige tilstande hos kvinden eller barnet i barselperioden kan jordemoderen foretage undersøgelser observation, pleje samt deltage i behandlingen.
Jordemoderen skal ved alle sygelige fund, komplikationer eller mistanke herom hos kvinden, fosteret eller barnet, henvise til eller tilkalde læge.
Jordemoderen er kvaliseret til at deltage i behandling og yde fødselhjælp og jordemoderfaglig omsorg også i disse situa-tioner.
Soleiðis kundi eg hildi áfram, men øll, ið nýta eitt sindur av sunnum hugflogi mega skilja, at ein ljósmøðraútbúgving við tí frálæru, ið krevst fyri at náa hesum umrøddu málum, saman við lóggildi (autorisatión) frá Heilsustýrinum, sjálvandi gevur fullan førleika til at loysa hesar uppgávur til fulnar, uttan at verða útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur. Eg veit í hvussu so er, at tað ikki er mín sjúkrasystraútbúgving, ið hevur givið mær henda førleika, men harafturímóti mín ljósmøðraútbúgving. Eg havi líka stórt álit á øllum mínum starvsfelagum, avgjørt ikki bert teimum, ið hava eina sjúkrarøktarfrøð-inga - útbúgving, men tí tær hava eina ljósmøðraútbúgving og eina lóggilding (autorisatión) frá Heilsustýrinum, ið er prógv um, at tær allar sum ein hava alla ta vitan og tann førleika, ið krevst fyri at kanna, observera, vegleiða, vissitera, taka sær av røktanini og um neyðugt luttaka í viðgerðini av mammu og barni, líka frá gitingini til 14 dagar eftir at barnið er føtt.

SJÚK / OV TÍÐLIGA FØDD PINKUBØRN:
Ein annar skeivleiki, íð er borin fram av sjúkrarøktarfrøðingunum er, at ljósmøður vilja troka sjúkrarøktarfrøðingar, við servitan um viðgerð av sjúkum og/ella ov tíðliga føddum pinkubørnum, út av føðideildini. Hetta er beinleiðis ósatt!!!
Rætt er, at sum ljósmøðralesandi fær tú holla frálæru um bæði tað fríska, men sanniliga eisini um observatión og viðgerð av tí sjúka pinkubarninum, og skal lúka próvtøku í hesi lærugrein, men ljósmøður kenna sítt "kompetencuøkið", og at ansa og viðgera hesi børn krevur hallgóða nýtímans vitan, eisini um tey tól, ið verða nýtt í viðgerðini á L.S.
Hetta er eitt økið, ið ljósmøðurnar á L.S. ikki arbeiða við í dag, og hevði tí sjálvsagt kravt neyva dagføring.

NIÐURSTØÐA:
Vísandi til omanfyristandandi, vóni og trúgvi eg, at allar barnakonur og familjur teirra eru fullkomiliga tryggar við at verða ansaðar av ljósmøðrum, bæði í viðgongutíðini, burðartíðini og barsilstíðini, hóast forkvinnan í Sjúkrarøktarafelag Føroya, fyri at bjarga nøkrum sjúkrarøktar-frøðingastørvum, velur at sáa mistrúgv og misálit á førleikan hjá ljósmøðrunum.

ÁHEITAN:
Til seinast fari eg inniliga at biðja forkvinnuna í Sjúkrarøktarfelag Føroya um at gevast við at spjaða ótryggleika og misálit millum barnakonurnar og familjur teirra. Hetta borgar ikki fyri góðari sjúkrarøkt !!!!!!!!!