Gevst sum skúlastjóri

- Øll eru hjartaliga vælkomin í skúlan at heilsa upp á Fríðfinn Johnsson.

Mikudagin hin 9. januar verður almenn móttøka fyri Fríðfinni Johnsson. Hátíðarhaldið verður í miðhøllini í Leirvíkar skúla, og byrjað verður klokkan 16.

 

Høvið til móttøkuna er, at Fríðfinnur Johnsson fer frá sum skúlastjóri í skúlanum í Eysturkommunu, og tí vilja skúlastýrið, skúlin og Eysturkommuna bjóða til móttøku.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin í skúlan henda dagin at heilsa upp á Fríðfinn Johnsson, siga tey á heimasíðuni hjá Eysturkommunu í dag.