Hósdagin hevði Frank Antoniussen sín síðsta arbeiðsdag sum býarverkfrøðingur hjá Vágs Kommunu.
Frank, ið er ættaður úr Oyndafirði, byrjaði í starvi sum býarverkfrøðingur hjá Vágs Kommunu í 1973 og hevur sostatt verið 34 ár í starvinum.
Nógv fólk nýttu høvið at støkka inn á gólvið og heilsa uppá Frank, nú hann gevst í starvinum. Starvið hevur havt við sær, at hann óivað er komin í samband við flest allar vágbingar hesi 34 árini, hann hevur røkt starvið sum býarverkfrøðingur í Vági.