Lotte Bundsgaard bleiv roknað sum ein at komandi oddafiskunum í danska javnaðarflokkinum. Nú gevst hon. Lotte Bundsgaard hevur umboðað javnaðarflokkin á Fyn í Fólkatinginum í tíggju ár, síðani hon varð vald fyrstu ferð sum 25 ára gomul, men nú hevur hon gjørt av at gevast í politikki.
Aftan á summarfrítíðina byrjar hon á journalistskúla í Odense.
Lotte Bundsgaard er bara ein av fleiri kvinnum hjá danska javnaðarflokkinum, sum hava valt at taka seg burtur úr politikki.
Fyri einum ári síðani misti hon starvið sum framsøgumaður floksins, men tað hevur einki samband við avgerðina at fara úr politikki, sigur hon.