Steðga áðrenn tú ger meiri skaða, enn tú longu hevur gjørt.
Tú ber teg at sum ein elefantur í einum postalínshandli, fonglar runt í einum myrkri, tú aldri verður førur fyri at skilja.
Ocean av tárum, tankar av einari dimensjón, tú aldri, frá nú av og til dómadags, fer at skilja, liggja millum teg og tær kvinnur, ið taka avgerð um fosturtøku.
Trúgv mær, vinurin, ikki verður avgerðin tikin fram eftir fummum. Ivist onga løtu í, at tú ert »eitt gott fólk« og gjarna vil fremja góðar gerðir. Alt gott um tað.
Sum »familjumálaráðharri« hevur tú stórt vald. Ger brúk av hesum á ein hátt, sum er til frama fyri »Familjuna Føroyar«. Ansa eftir, ikki at traðka á tær, ið longu liggja. Tær hava pínst lóg leingi. Teirra sár eru so djúp, at tú eigur at lata tær hav afrið. Nýt tað valdið, tú hevur, konstruktivt.
»En smule pli« på rette sted og i rette sammenhæng kan ganske udmærket erstatte din manglende elegance, Bill, eller hva?