Gevst nú

Nú jólini standa fyri framman, er tíðin samstundis komin at Eigil Lyngsø gevst við handverki sínum sum hárskeri í Havn.

Fyrr í mánaðinum høvdu vit eina reportasju frá klippistovu hansara, har hann klipti tí 69 ára gamla argjamanninum, Djóna Thomsen.
Hetta var samstundis fyrsti føroyingurin, sum Lyngsø klipti, tá hann kom til Føroyar í november mánaði 1957.
- Hetta hevur verið ein góð tíð. Fólk eru komin aftur og aftur, og tað má væl vera besta teknið um, at tey hava verið væl nøgd, segði Eigil Lyngsø í samrøðuni tá.
Mangir munnu teir menninir verða, sum við takksemi líta aftur á mong hugnalig prát við Lyngsø, samstundis sum hann hevur ordnað hár teirra.