Gevst ikki

Svenski forsætisráðharrin, Gøran Persson, vísir aftur øllum gitingum um, at hann umhugsar at fara úr forsætisráðharraembætinum.

Í seinastuni hava fleiri svensk bløð gitt, at Persson umhugsar sína politisku framtíð, tí meiningakanningar hava víst, at hann er ikki so væl umtóktur longur. Eitt nú skrivaði blaðið Expressen fyri nøkrum døgum síðani, at Persson umhugsaði at leggja frá sær longu seinni í ár. Men tað avsannar forsætisráðharrin. Hann sigur, at tað gongur altíð upp og niður í meiningakanningum, og at hann gevur sær ikki stórvegis far um slíkar kanningar.

-Tað er bara ein kanning, sum er avgerandi, og hon verður tann triðja sunnudagin í september næsta ár, sigur Gøran Persson og sipar til, at tá verður ríkisdagsval í Svøríki. Gøran Persson hevur verið svenskur forsætisráðhari síðani 1996.