Gevst eftir 40 árum í skúlaverkinum

Í samband við at Hans Erland í Brekkunum á Eiði fer úr starvi sum skúlastjóri á Felagsskúlanum á Oyrarbakka, skipaðu Sunda kommuna og Eiðis kommuna fyri almennari móttøku á skúlanum leygardagin 9. apríl

Leygardagin 9. apríl skipaðu skipaðu Sunda kommuna og Eiðis kommuna fyri almennari móttøku á Felagsskúlanum á Oyrarbakka í samband við at skúlastjórin, Hans Erland í Brekkunum, fer úr starvi.

Millum 100 og 150 fólk vóru til móttøku á Felagsskúlanum á Oyrarbakka, har Sundakórið og Maria í Brekkunum, dóttir Hans Erland, sungu. Tey sum hildu talur vóru: Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, Tordur Niclasen, borgarstjóri á Eiði, Páll Sivertsen, vegna lærarnar á skúlanum, og Janus Jensen frá Mentamálaráðnum. Síðan helt Hans Erland sjálvur talu og takkaði øllum sum vóru komin til móttøkuna.

Hans Erland er 64 ára gamal og hósvíkingur. Hann tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1964, var lærari á Eiði frá 1964-70, á Venjingarskúlanum í Havn frá 1970-71, og aftur á Eiði frá 1971-73. Síðan 1. januar 1974 hevur hann verið skúlastjóri á Felagsskúlanum á Oyrarbakka.

Alment fór Hans Erland frá sum skúlastjóri 1. apríl, men hann heldur saman við Páll Sivertsen fram í skúlaleiðsluni, til nýggjur stjóri er settur.