Dánjal Jacob Lydersen mynstraði umborð á Magnus Heinason í juni í 1980, tá ið skipið byrjaði sum havrannsóknarskip. Fyrstu 15 árini var hann stýrimaður, men seinastu 25 árini hevur hann verið skipari.
– Tað hevur verið ein góð tíð umborð. Skipið var gott í byrjanini, men tað er ongantíð bygt til havrannsóknarskip, og tí hava tað verið avmarkingar við skipinum. Tað er eitt ómodernað havrannsóknarskip, sigur Dánjal Jacob Lydersen.
Magnus Heinason er frá 1978 og varð bygt sum trolari. Men longu í 1980 gjørdist skipið havrannsóknarskip.
Í nógv ár hevur verið tosað um at fingið nýtt havrannsóknarskip, men tað hevur tikið drúgva tíð. Men í august verður nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverri eftir ætlan liðugt, og skal avloysa Magnus Heinason.
Men kundi skiparin á Magnusi Heinason ikki hugsað sær at roynt nýggja havrannsóknarskipið.
– Tað kundi verið áhugavert, men nú eri eg pensjóneraður. Eg haldi, tað er betri at teir ungu taka við, sigur Dánjal Jacob Lydersen.
##med2##
Hann byrjaði við trolara í 1967. Hann sigldi við fleiri trolarum, og hann hevur eisini verið við nótabáti og rækjuskipi. Men síðani 1980 hevur hann verið við Magnusi Heinason.
Í morgun kom hann so inn á sínum síðsta túri eftir 40 ár við sama skipi, og í morgin er hann leysur av skipinum. Nú hann er vorðin 67 ár og pensjóneraður, fer hann at taka sær av løttum.
– Nú fari eg at halda feriu. Hvat so verður, veit eg ikki, sigur hann.
Magnus Heinason skal gera ein túr afturat, áðrenn Jákup Sverri tekur yvir. Sum skilst fer manningin á Magnusi Heinason yvir á Jákup Sverra.