Gevst á flogvøllinum eftir 35 ár

Finnbogi Niclasen, sum hevur verið stjóri hjá Vága Floghavn, gevst nú í starvinum eftir 35 ár í starvinum.

Finnbogi Niclasen, sum hevur verið stjóri hjá Vága Floghavn, gevst nú í starvinum eftir 35 ár í starvinum.

 

Í tí sambandi skipar Vága Floghavn fyri almennari móttøku í nýggja tænastubygninginum seinnapartin í dag klokkan 15.

 

Finnbogi Niclasen var stjóri á flogvøllinum, tá hann framvegis var danskur og undir Statens Luftfartsvæsen. Hann tók við sum stjóri í føroyska partafelaginum, P/F Vága Floghavn, tá tað varð stovnað i 2007 og var í starvinum 22. juni í 2012.

 

Í desember 2008 verður Dávid Reinert Hansen settur sum stjóri. Hann situr í starvinum fram til oktober 2011. Finnbogi Niclasen er eisini stjóri hesa tíðina, og hann situr aftur einsamallur sum stjóri, tá Dávid Reinert Hansen fer úr starvi.

 

22. juni í 2012 verður Jákup Sverri Kass settur sum stjóri, og samstundis fer Finnbogi Niclasen úr stjórastarvinum. Men hann hevur hildið fram í starvi til nú hann leggur frá sær.