Talan er um sjálvsagdan rætt. At talan er um eina risiko við venjarasetan, hevur einki við spurningin um trygd at gera. Vilja vit hava venjarar, sum veruliga kunnu lyfta støðið á føroyskum fótbólti, so skulu hesir eisini hava umstøður til tað. Tað vil siga, at teir meira ella minni mugu fáa møguleika at hugsa um fótbólt burturav. Men skulu teir tað, so er eisini neyðugt, at fíggjarliga trygdarnetið er til staðar.
Spælarar og dómarar hava seinnu árini fingið greiðar reglur um síni rættindi. Enn standa venjararnir tó við ongum í so máta. Kanska tí teir í veruleikanum eru ein somikið veikur bólkur. Við kravinum um útbúgving standa venjararnir tó munandi sterkari í dag, enn teir hava gjørt, og fyri at verja fakliga støðið innan yrkið er tí púrasta sjálvsagt, at greiðar treytir verða setta mótvegis arbeiðsgevarunum.
Lutfalsliga munnu føroysku feløgini fara at nærkast heimsmetinum, tá talan er um venjarauppsagnir. Og tað er ikki víst, at nýggjar og greiðar spælireglur í sjálvum særn broyta hetta. Men tær kunnu tryggja, at feløgini eisini mugu hugsa um avleiðingarnar av sínum gerum, tá stigið verður tikið.