Gevið íslendska bjargingarliðnum pengarnar

Bjargingarliðið úr Íslandi, sum var tað fyrsta at útlendska hjálparliðið á Haiti, eigur at fáa pengarnar frá Reyða Krossi Føroya, heldur Jákup Símun Simonsen, býráðslimur í Havn.

- Vanlukkan á Haiti svíður svárt í hjørtum okkara, og mangir spurningar fara millum okkum øll; hvat kunnu vit gera?

Jákup Símun Simonsen vísir á, at Ísland var fyrsta landið, sum kom við hjálp, og lendu tvey flogfør við eini 40 fólkum stutt eftir jarðskjálvtan og við vandari manning góvu seg í tænastu at hjálpa.

- Hóast tey hava sínar heimligu trupulleikar buðu tey sær til beinanvegin at hjálpa. Slíkt er stórt! - Tí er mín áheitan á Reyða kross Føroya: at senda innsavnaða peningin frá føroyingum til Reyða kross í sambandi við vanlukkuna á Haiti, at hann verður sendur Reyða krossi Íslands, og eyðmerktur til bjargingartænastuna í Íslandi, sigur Jákup Símun Simonsen.